- Vit eru altíð til reiðar at tosa við Magna Laksáfoss um at tálma búskapin hjá kommununum. Men at endanum stendur tað til hvørja einstaka kommunu, um hvønn fíggjarpolitikk, tær reka.
Rósa Samuelsen er forkvinna í Føroya Kommunufelagi, sum er felagið hjá teimum smærru kommununum í landinum.
Og frammanundan vil hon ikki afturvísa ætlanini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um at fáa kommunurnar at halda aftur við útreiðslunum næsta ár fyri at tálma búskapinum.
Hinvegin vísir hon á, at kommunurnar kunnu ikki skylda meiri enn eina álíkning í skatti og tí er tað avmarkað, hvussu stóra skuld, tær kunnu seta seg í.
- Støðan er nú tann, at nógvar miðalstórar kommunur hava gjørt íløgur og eru við koma upp undir loftið uppá eina álíkning í skuld og sostatt er tað avmarkað, hvat tær kunnu gera afturat. Hinvegin eru tað aðrar, minni kommunur, sum kanska eiga pening, men tær eru so mikið smáar at við atliti at landsbúskapinum ger tað lutfalsliga lítlan mun at tálma búskapin hjá hesum kommunum.
Rósa Samuelsen vísir á, at hinvegin er høvuðstaðar kommunan sera væl fyri.
- Tórshavnar Kommuna hevur onga skuld, samstundis sum hon hevur eina inntøku upp á meiri enn 600 milliónir krónur um árið. Sostatt stendur hon fyri umleið helvtini av øllum tí kommunala búskapinum.
- Sostatt er tað er fyrst og fremst í Tórshavnar Kommunu, at vandin er størstur fyri einum ótálmaðum búskapi, sigur forkvinnan í Føroya Kommunufelagi.
Skilagott og neyðugt
Orsøkin til, at Magni Laksáfoss vil hava kommunurnar at tálma búskapinum næsta ár, er, at hann vil sleppa at føra ein konjunkturstýrandi fíggjarpolitikk.
Í løtuni er nakað nógv ferð á búskapinum og tí vil landsstýrismaðurin køla eitt sindur.
Í hesum sambandi hevur hann víst á, at tað er neyðugt at taka allan búskapin undir einum og tí er eisini neyðugt at taka kommunubúskapin við, tí hann er so stórur partur av samlaða búskapinum.
Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin lagt upp til, at kommunurnar og landið semjast um ein felags útreiðslukarm, har hvørki landið ella kommunurnar skulu økja um útreiðslurnar næsta ár.
Samstundis hevur hann eisini skotið upp at skerja mvg endurgjaldið til kommunurnar, so at kommunurnar skulu fáa 72 milliónir minni í mvg endurgjaldið úr landskassanum.
Ætlanin er so, at hesin peningur skal fara í ein kommunalan útjavningargrunn.
- Føroya Kommunufelag heldur, at tað er bæði skilagott og neyðugt, at landið og kommunurnar eru felags um at stýra búskapinum, sigur Rósa Samuelsen.
- Nógvar kommunur føla avleiðingarnar av at búskapurin er ov heitur við tað, at tað er torført at fáa neyðug arbeiði gjørd, og nógv arbeiði gerast óneyðuga dýr.
- Hinvegin er nógv av hesum arbeiðum neyðug, eitt nú skúlar, ansingarstovnar vatnveiting og kloakering.
Hon leggur afturat, at serliga torført sær tað út til at vera at arbeiði gjørd uttanfyri miðstaðarøkið.
- Føroya Kommunufelag tekur eisini undir við at vit fáa eina inntøkuútjavning ímillum kommunurnar.
Rósa Samuelsen heldur eisini, at tað ljóðar áhugavert, at ein slík útjavningarskipan skal fíggjast við at minka mvg endurgjaldið til kommunurnar.
- Føroya Kommunufelagið vil avgjørt vera við til at viðgera eina slíka skipan, sigur hon.
Í næstum fer stýrið fyri Føroya Kommunufelag at viðgera uppskotið frá landsstýrismanninum.










