Vandin er longu til staðar

- Eg havi sum so onki ímóti, at føroyingar, sum sigla úti, skulu 10% av lønini í eina Fólkatrygd.

Tað sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Summi hava stúrt fyri, at skattanýskipanin, sum Javnaðarflokkinum legði fram nú ein dagin, fer at elva til, at føroyingar, sum sigla úti, fara at rýma at landinum við øllum húskinum og búseta seg uttanlands.

Eftir uppskotinum skulu øll rinda 10% av lønini í eina Fólkatrygd, sum skal koma ístaðin fyri Samhaldsfasta, Heilsutrygd og Barsilsgrunnin.

Formaðurin í Maskinmeistafelagnum ávarar ímóti at gera umstøðurnar so vánaligar, at fólk rýma av landinum.

Hann staðfestir eisini, at tað er avgjørt onki í páhaldinum um, at útisiglarar einki leggja eftir seg í føroyska samfelagnum.

- Ein kanning, vit gjørdu fyri nøkrum árum síðani, vísti, at føroyingar, sum sigla úti, leggja einar 600 milliónir eftir seg í Føroyum um árið.

Hinvegin ivast hann í, um tað fer at styggja sjómenn av landinum, at teir skulu rinda 10% av lønini í eina Fólkatrygd.

Eitt er tað, at vandin fyri fráflyting er longu stórur, sum er, tí skattatrýstið er so høgt.

Hann vísir á, at nógvir maskinmeistarar, sum arbeiða á landi flyta, har lønin er betri og skatturin lægri, samstundis sum teir fáa høvi til at menna førleikar, teir aldrin fáa ment í Føroyum.

Hann vísir á, at samstundis, sum 10% skulu gjaldast í eina fólkatrygging, slepst undan fleiri øðrum gjøldum.

Hinvegin vísir hann á, at føroyingar, sum sigla undir norsku altjóða skipaskránni, NIS, umframt teir, sum eru við norskum fiskiskipum og við norskum skipum í frálandavinnunin, gjalda 10% í eina norska Fólkatrygd.

Men treytirnar fyri at fáa nakað úr henni aftur, eru so strangar, at tað er bara heilt undantaksvís, at føroyskir sjómenn undir NIS síggja eitt flatt oyra aftur av øllum tí, teir rinda í skipanina.

Og Páll Hansen heldur avgjørt, at tað hevði verið eitt mál hjá landsstýrinum at samráðst við norskar myndugleikar um at fingið tað gjaldið strikað, tí so kundi tað verðið goldið í eina føroyska fólkatrygd ístaðin.