Vandi áðrenn skúlatíð

- Eg havi fyrireikað meg í 17 vikur, sigur Birgit Dahl Hansen, sum luttók í Burn Showdown um vikuskiftið.

- Tað var ein fantastisk kensla at standa á pallinum og at hava møguleika at kappast ímóti so flottum luttakarum. Ikki bara kappingin, men øll venjingin fram ímóti hevur verið sera spennandi.


Soleiðis sigur Birgit Dahl Hansen, sum leygardagin luttók í women’s figure á stóra tiltakinum í ítróttarhøllini á Hálsi, Burn Showdown. Hon sigur eisini, at fyrireikingarnar hava verið harðar.


- Eg havi fyrireikað meg í 17 vikur. Seinastu vikurnar eri eg farin upp hvønn morgun áðrenn skúlatíð at gera konditiónsvenjing og havi vant styrki og konditiónsvenjing aftur um kvøldið, so tað fyllur ótrúliga nógv í gerandisdegnum, sigur hon.


Birgit Dahl Hansen er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hon eitt nú eisini svarar hvussu ostaburgarin og pitsan smakkaði eftir kappingina, og hvørjar framtíðarætlanir hon hevur.