Vandi fyri verkfalli í fiskiflotanum

Fekst eingin semja um nýggjan sáttmála fyri midnátt í gjárkvøldið, liggur fiskiflotin so hvørt, sum skipini koma inn. Eitt møguligt verkfall fer at raka tey fiskiskip, ið hava skiparar og stýrimenn, sum mynstra eftir sáttmála millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag

Fiskiflotin

Seinasta mikukvøld vrakaðu bæði Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag, sum samráðast um nýggjan sáttmála, semingsuppskotið, sum semingsstovnurin legði fyri partarnar.
- Vit eru nú farnir til hús og fara ikki sjálvbodnir at kalla partarnar saman aftur til nýggjan fund. Fáa vit eina áheitan um at kalla partarnar saman aftur, gera vit tað.
So greið vóru boðini hjá Terja Sigurðssyni, semingsmanni, tá ið partarnir skiltust seinasta mikukvøld.
Hann ásannaði, at bæði feløgini stóðu so fast við síni krøv, at nyttuleyst var at halda fram.
- Tá ið hetta er støðan, er ikki nógv, sum vit kunnu gera, segði semingsmaðurin.

Tímin nærkast

Fekst eingin semja um nýggjan sáttmála fyri midnátt í gjárkvøldið, liggur fiskiflotin so hvørt, sum skipini koma inn.
Eitt møguligt verkfall fer at raka tey fiskiskip, ið hava skiparar og stýrimenn, sum mynstra eftir sáttmála millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag. Hinvegin verða strandfaraskipini og farmaskipini ikki rakt av verkfalli í hesum umfari.
Formaðurin í FSN, Ellintur Abrahamsen, segði seg vænta, tá ið partarnir fóru hvør til sítt mikukvøldið, at ein nýggj semingsroynd fór at verða gjørd í gjár. Men skuldi ein nýggj roynd gerast í gjár, áðrenn tíðin rann út á midnátt, noyddust partarnir í sáttmálatrætuni at taka stig til at kalla semingsstovnin til fundar.
Sosialurin royndi fyrrapartin í gjár at fáa orð á formannin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, men felagið hevði nevndarfund, og tí læt hetta seg ikki gera, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Vit fingu tó fatur á formanninum í Føroya Reiðarafelag, Jákupi Sólstein, sum eisini var staddur í Havnini, har felagið hevði fundarvirksemi, nú tíðin var um at renna út.

Einki samband

- Nei, her er fyri so vítt einki í gongd í løtuni, og eingin avtala er gjørd um nýggjan fund, hvørki við FSN, ei heldur saman við semingsstovninum.
Jákup Sólstein segði seg ikki duga at meta um, hvørt partarnir fóru at tosa samanaftur í gjár, og hann hevði einki boð uppá, um hann væntaði nakra semju, áðrenn tíðin rann út á midnátt.
Bæði Ellintur Abrahamsen og Jákup Sólstein hava ásannað, at langt er millum partarnar, og tí var ógjørligt fyrrapartin í gjár at meta um útlitini fyri semju, soleiðis at eitt møguligt verkfall kundi umgangast.
- Einasta, sum vit hava hoyrt frá FSN seinastu dagarnar, er, at felagið hevur givið okkum nakrar konsekvensútrokningar í sambandi við ynski okkara um ætlaðu luttøkuna hjá limum FSN?s í øktum oljuútreiðslum.
Jákup sigur, at í sáttmálanum millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag, sum varð undirskrivaður fyrr í ár, er eitt sonevnt protokollat, sum sigur, at verða munandi hækkingar í oljuútreiðslunum, skulu feløgini samráðst um møguligt býtið av hesum útreiðslum.
- Vit halda, at yvirmenninir hava betur ráð at taka lut í hesum útreiðslum enn vanligi dekkarin, og tí ynskja vit eisini eina greiða avtalu um hesi viðurskifti við FSN.
Sum heild, skilst á formanninum í Føroya Reiðarafelag, at felagið ikki er nøgt við, at nýggi sáttmálin millum FR og FSN verður útreiðsluneutralur, tí hann heldur, at limirnir í FSN hava ráð at bera eitt sindur meira, enn maðurin á dekkinum hevur.

Einki boð?

Jákup Sólstein segði seg fyrrapartin í gjár ikki duga at spáa um, hvørt feløgini framvegis fara at standa við ongum sáttmála á midnátt, soleiðis at verkfall verður í fiskiflotanum.
- Nevndin í FSN er treisk at samráðast við, og tað tykist tungt at vinna undir land. Men vit noyðast eisini at vera treiskir, soleiðis sum gongdin í stórum parti av fiskiflotanum er.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag heldur, at tað hevði verið nógv betur fyri samráðingarnar, um manningarfeløgini samráddust undir einum.
- Tað er næstan vónleyst at náa semju, tá ið neyðugt er at samráðst við fleiri partar um sáttmálan.
Jákup Sólstein helt fyrrapartin í gjár, at nógv skal bloytast millum feløgini, um tað skuldi eydnast at finna fram til semju fyri midnátt í gjárkvøldið.
Sosialurin royndi eisini at fáa fatur á semingsmanninum, Terja Sigurðsson, fyrrapartin í gjár, men tað eydnaðist okkum tíverri ikki.