Vandi fyri verkfalli í Billund

Fáa starvsfólkini í Billund Lufthavn ikki meiri pengar í lønarposan, fara tey í verkfall klokkan tvey í nátt.

Starvsfólkini eru ikki nøgd við tað lønartilboðið, sum arbeiðsgevarin hevur latið teimum. Tey hava boðað frá, at fáa tey ikki eitt betri tilboð innan klokkan fimm seinnapartin í dag, verður alt arbeiðið lagt niður klokkan tvey í nátt.

Stjórin í Billund Lufthavn, Jørgen Krab Jørgensen, sigur við Ritzau, at hann er harmur um avgerðina hjá starvsfólkinum at boða frá verkfalli. Hann sigur, at eitt verkfall fær sera óhepnar avleiðingar á eina vinnu, sum longu er fíggjarliga kroyst av øskuni úr Íslandi.

Jørgen Krab Jørgensen vil ikki siga, um leiðslan fer at koma við einum betri lønartilboði, áðrenn freistin rennur út.