Vandi fyri spliti í Afghanistan

Tað gongst illa at fáa tey nógvu umboðini á afghansku ráðstevnuni at semjast

Upprunaliga skuldu umboðini fyri teir nógvu afghansku ættarbólkarnar seta ráðstevnuna mánadagin, men setanin mátti útsetast, tí partarnir kundu ikki semjast um, hvønn lut fyrrverandi kongurin í landinum, Mohammed Zahir Shah, skal hava.
Í gjár varð aftur roynt at seta ráðstevnmuna, men ósemja var framvegis um lut kongs. Pashtunararnir, sum eru tann størsti ættarbólkurin í Afghanistan, krevja, at fyrrverandi kongurin skal veljast til landsins forseta, men tað vil Norðursamgongan, sum gekk á odda í krígnum ímóti Taleban-stýrinum, ikki. Samgongan hevur skotið upp at velja verandi stjórnarleiðaran, Hamid Karzai, til forseta.
Mohammed Zahir Shah, sum er 87 ára gamal, kunngjørdi mánakvøldið, at hann hevur ikki hug at taka við sum leiðari, men stuðlar hansara vilja vera við, at hann tók avgerðina eftir trýsti úr USA.
Úr Afghanistan verður sagt, at eydnast tað ikki at loysa ósemjuna um forsetaembætið, fara ættarbólkarnir ivaleyst hvør til sítt, og so kann støðan í landinum skjótt gerast hættislig.