Tað er ein veksandi vandi fyri skalvalopi í grønlendska býnum, Qaqortoq.
Her er í fyrsta lagi talan um økini við Hastrupvej og Peter Høegsvej, eins og við endarnar av vegunum, Kigutaarat og Nakkartarfik í býnum.
Tað upplýsir løgreglan í Qaqortoq í tíðindaskrivi í dag.
- Fólk verða biðin um at halda seg burtur úr hesum økjum, og fólk mugu ikki ferðast við fjallasíðurnar í økjunum, skrivar løgreglan.
Løgreglan upplýsir, at skelti og forðingar verða sett upp í nevndu økjum, og í dag hevur eisini verið mett um onkur av økjunum av nýggjum.
Viðhefta mynd er tikin í februar í ár, tá skalvalop var í Qaqortoq, og tað er Ejvind-David Jerimiassen, sum eigur myndina.