Heilsufrøðiliga Starvsstovan biður fólk um at beina burtur ella lata aftur tvey sløg av økologiskum smøri, sum møguliga eru keypt í føroyskum handlum.
Talan er um tvey sløg av tahin, sesamsmøri, frá Urtekram International.
Illgruni er um, at sesamfrøini, sum eru nýtt í framleiðsluni, hava verið fongd við salmonella. Vøran er klár at eta, og tí er vandi fyri at salmonella í vøruni kann elva til smittu og sjúku.
Sjúkueyðkennini fyri salmonella eru millum onnur diarré, vaml, magapína, spýggja og fepur.
Vørurnar, sum talan er um eru:
Urtekram økologisk tahin med salt í glaskrukku
Nettovekt: 350g
Framleitt 4. januar 2016 og 15. februar 2016
Seinasti nýtsludagur er 4. januar 2017 og 15. februar 2017
EAN-strikukotan er 5765228374009
Urtekram økologisk tahin uden salt í glaskrukku
Nettovekt: 350g
Framleitt 6. januar 2016 og 17. februar 2016.
Seinasti nýtsludagur er 6. januar 2017 og 17. februar 2017.
EAN-strikukotan er 5765228374504
Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk um at lata vøruna aftur, haðani hon er keypt ella at beina hana burtur.