Vandi fyri nýggjum skalvalopi

Løgreglan heitti í gjár á fólk um at halda seg burtur frá økinum við Avannarlequtaa í Qaqortoq í Grønlandi.

Løgreglan heitti í gjár á fólk um at halda seg burtur frá økinum við Avannarlequtaa í Qaqortoq í Grønlandi, tá vandin fyri skalvalopi har er øktur.

 

- Tað er staðfest, at vandi er fyri einum nýggjum skalvalopi í Qaqortoq. Talan er um økið við Avannarlequtaa, sum er skráin við endan av Tuia.

 

Grønlendska løgreglan sigur í tíðindaskrivi, at tað er ikki vist, at vandi er fyri, at møguligt skalvalop í økinum rakar hús.

 

Kommunan hevur sett upp skelti, so fólk síggja, hvar tey ikki skulu fara.

 

- Tilbúgvingin hevur eyguni við økinum og fer at koma við nýggjari fráboðan, um viðurskiftini broytast, sigur grønlendska løgreglan.