Føroysk móðurmálsundirvísingin í Danmark verður kanska tikin av.
Hettakann í hvussu so er gerast úrtslitið, eftir at málið um móðurmálsundirvísingina í Danmark aftur er reist í Fólkatinginum.
Konservativi fólkaflokkurin legði í gjár uppskot fyri Fólkatingið um at taka av móðurmálsundirvísingina. Fleiri borgarligir flokkar halda, at donsku kommunurnar ikki longur eiga at hava skyldu, at bjóða tvímálsligum skúlanæmingum undirvísing í teirra móðurmáli.
Fólkaskúlalógin staðfestir, at allir tvímálsligir skúlanæmingar hava krav um móðurmálsundirvísing. Eru 12 børn, sum hava sama mál í eini kommunu, hava tey rætt til at fáa undirvísing í teirra máli í heima kommununi
Kritikararnir halda kortini, at skipanin við móðurmálsundirvísing forðar fyri, at tilflytararnir gerast partur av danska samfelagnum. Og tí vilja teir hava skipanina.
Vilja foreldrini læra børn teirra annað mál enn danskt, so mugu tey sjálv taka sær av hesi undirvís-ing, verður sagt.
Margrethe Vestager, ráðharri í undirvísingarmálum, sigur, at tað verður ein trupulleiki fyri børnini verður móðurmálsundirvísingin tikin av. Tí ætlar hon ikki, at taka skipanina av. Tvørturímóti. Hon ætlar at menna hana.
Føroysk børn fáa móðurmálsundirvísing í fleiri donskum kommunum.