Í gjár máttu fleiri fólk á Madeira flyta úr heimum síðnum, tí vandi var fyri fleiri skriðulopum. Samstundis lýsti Portugal tríggjar dagar landasorg fyri tey 42 fólkini, sum doyðu í náttúruvanlukkuni um vikuskiftið.
Bjargingarfólk vænta at finna fleiri lík í yvirfloymdum parkeringskjallarum og húsum, sum eru undir í móru. Eitt portugisiskt krígsskip við tyrlum, heilivági og neyðhjálp er komið til Madeira, og fleiri bjargingar´folk og neyðhjálpsarbeiðarar eru komin til oynna.
Stórur vandi er framvegis at vera í húsum í økjum, sum eru rakt av skriði- og áarlopunum, og og fleiri fólk eru evakuerað frá heimi teirra við Ribeira Brava, 20 kilometrar frá Funchal.
Fólk eru eisini evakuerað frá Ponta do Sol vestanfyri, meðan tyrlur royna at fáa greiðu á vanlukkuni.
Eitt føroyskt ferðalag var á Madeira, tá náttúruvanlukkan rakti um vikuskiftið. Ein av teimu seks í ferðalagnum var Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.
Hann greiðir frá, at tað serliga vóru handilsmiðstøðir í miðbýnum í Funchal og búsetingarnar í Nunnudalinum, sum myndugleikarnir óttaðust fyri.
- Í keypsskálanum Dolce Vita í miðbýnum eru parkeringspláss á fleiri hæddum undir jørð. Sum skilst fóru nógv fólk oman eftir bilum sínum, tá tey vóru ávarað um, at áirnar lupu, og flóðin fór at gera um seg í býnum. Enn veit ongin, um nakar ella fleiri fólk vóru í parkeringskjallaranum á Dolce Vita og í einum øðrum keypsskála tætt við, greiddi Magni Arge frá sunnudagin.
Tá var heldur ikki greitt, hvussu vorðið var í Nunnudalinum. Har er ringt at sleppa til, og eitt bjargingarlið, sum kom á staðið til gongu sunnudagin greiddi frá, at í hvussu er sjey fólk eru deyð.
Sagt varð frá fleiri ræðusøgum.
- Ein maður greiddi frá einum vinmanni, sum sá grannahúsini niðan fyri seg smokka saman og skola oman eftir brekkuni. Hann visti, at tey vóru fimm fólk í húsi. Ein annar greiðir frá einari familju, sum var rakt, tá tey komu koyrandi eftir vegnum, og áin leyp. Maður og kona og barn sluppu úr bilinum, men mistu sambandið við hvør annan. Barnið er afturfunnið, men var ikki á lívi, og konan er horvin. Maðurin, sum fortelur søguna, hekk fastur í einum træ og bjargaði sær tann vegin, greiðir Magni Arge frá.
- Í gøtunum í Funchal verður dúgliga arbeitt við at rudda, og í góðveðrinum í sunnudagin sást ikki so nógv til vanlukkuna á høvuðsvegnum út til flogvøllin, men sporini vóru kortini týðulig, har sum mold, eyrur og grót var komið út á vegirnar og inn í tunnlarnar, greiðir hann frá.
Miðbýurin er stongdur fyri ferðslu eins og fleiri tunlar. Gravimaskinar og lastbilar í hópatali rudda og flyta tons oman á tons av tilfari, sum ruddi oman í býin leygardagin.
Ritzau skrivar, at nógvar moderniseringar eru gjørdar á Madeira seinastu 30 árini. Vánalig býarplanlegging hevur ført til, at áarlop eru vorðin ein stórur vandi og ein hóttan móti fleiri heimum, tá vegir og marglætisgistingarhús eru beygd, har vatnið fyrr kundi leiðast burtur av vandaleið.
Myndugleikarnir óttast, at talið av deyðum og særdur fer at økjast. Í gjár var almenna talið framvegis 42 fólk, fýra eru saknað og 120 eru særd.
Ein breti er fyrsta útlendska ofrið við náttúruvanlukkuni á Madeira. Sambært bretskum bløðum er talan um ein 50 ára gamla kvinnu, Pamela Gaines.










