Vandi fyri fleiri flóðaldum í Suðurasia

Ein amerikanskur granskari ávarar nú um, at vit kunnu vænta fleiri flóðaldur í Indiska Havinum í komandi árum.

Um fjúrtan dagar er eitt ár, síðani tann oyðandi flóðaldan skolaði inn yvir strendurnar í fleiri asiatiskum londum og kravdi meiri enn 200.000 mannalív.

Flóðaldan stóðst av einum hørðum jarðskjálvta undir havbotninum við indonesisku oynna Sumatra, og nú ávarar amerikanski professarin Kerry Sieh um, at vit kunnu vænta fleiri jarðskjálvtar og flóðaldur har í komandi árum.

Kerry Sieh sigur, at jarðskjálvtin annan jóladag í fjør byrjaði tíggju kilometrar undir vatnskorpuni og flutti umleið 100 kilometrar av havbotninum. Tað seinasta árið hevur hann kannað umstøðurnar, og niðurstøðan er, at tað er stórur vandi fyri, at tað sama skal endurtaka seg.

Vandin fyri einum nýggjum, hørðum jarðskjálvta er serliga stórur á Mentawei-leiðini, sum er nakað sunnan fyri jarðskjálvtaøkið í fjør, og sambært professaranum akn ein flóðalda haðani gera serliga stóran skaða í teimum báðum indonesisku býunum Pedang og Bengkulu, sum eru har suðuri á Sumatra.

-Okkara meting er, at ein tíggju metrar høg flóðalda kann raka teir báðar býirnar, sigur Kerry Sieh við BBC og vísir á, at serliga kring Pedang er lendið sera lágt.

Tann stóri spurningurin er sum vera man, nær ein tílík flóðalda kann koma, men tað veit amerikanski professarin ikki. Hann sigur seg tó vera rættiliga vísan í, at tey, sum nú eru børn, koma at uppliva tað.

Granskarar vita, at jarðskjálvtin við Sumatra annan jóladag í fjør var ikki tann fyrsti. Í 13. øld var ein harður jarðskjálvti har, sum elvdi til stóra flóðaldu, og tað sama hendi fyri 120 árum síðani.