Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti fleiri sløgum av kornvørum, sum eru at fáa í handlum kring landið.
Talan er um pakkarnar við vistfrøðiligum sesamfræi og orsøkin til ávaringina er, at vandi er fyri, at tað eru ov nógv av pestisidum, sum er eitt eiturevni, í fræunum. Talan er um fleiri kend merki, sum ávarað verður ímóti, eitt nú Grøn Balance, Finax og First Price, men talan er eisini um onnur sløg
Vørurnar, sum ávarað verður ímóti, eru:
Grøn Balance Økologiske Sesamfrø
Nettovekt: 250 g
Best fyri: allar datomerkingar
EAN-strikukota 5 701410 403331
Belbake Økologiske Sesamfrø
Nettovekt: 400 g
Best fyri: allar datomerkingar
EAN-strikukota: 20997816
Finax Sesamfrø
Nettovekt: 150 g
Best fyri: allar datomerkingar
EAN-strikukota: 5 701075 222322
First Price Sesamfrø
Nettovekt: 250 g
Best fyri: allar datomerkingar
EAN-strikukota: 7 311041 083864
Valsemøllen Økologiske Sesamfrø
Nettovekt: 350 g
Best fyri: allar datomerkingar
EAN-strikukota: 5 701075 202027
Valsemøllen Økologiske 5-kornsblanding
Nettovekt: 500 g
Best fyri: alar datomerkingar
EAN-strikukota: 5 701075 200191
Valsemøllen Økologisk Knækbrødsblanding
Nettovekt: 320 g
Best fyri: allar datomerkingar
EAN-strikukota: 5 701075 200993
Valsemøllen Økologisk Hummus - Original
Nettovekt: 100 g
Best fyri: allar datomerkingar
EAN-strikukota: 5 701075 202492
Valsemøllen Økologisk Hummus - Chili
Nettovekt: 100 g
Best fyri: allar datomerkingar
EAN-strikukota: 5 701075 202515
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at kanningar vísa, at pestisidið í kornvørunum, kann vera heilsuskaðiligt og tí verð fólk, sum hava hesar kornvørurnar inni, lata tær aftur í handilin, haðani tær eru keyptar, ella tey kunnu beina tær burtur.