Vandi fyri at útgerð at basa oljudálking fer av landinum

Fer hon av landinum, eru vit ógvuliga viðbrekin, skuldi oljudálking tikið seg upp

Vandi er nú fyri at tað mesta, vit hava av útgerð í landinum til at basa oljudálking, nú verður send av landinum.
Verður hon tað, eru vit ógvuliga viðbrekin, skuldi ein oljudálking tikið seg upp og tað fer at gera møguleikarnar at basa dálking, nógv verri.
Landsstýrið hevur havt ein sáttmála við OSR á Tvøroyri um tilbúgving framvið landi í sambandi við oljudálking.
Tann sáttmálin gekk út 31. oktober og Pauli Einarsson á Tvøroyri, stjóri í OSR, sigur, at enn er óvist um landsstýrið er sinnað at gera nýggjan sáttmála.
Eydnast tað ikki at gera nýggjan sáttmála, verður útgerðin send av landinum.
Ein partur av útgerðini hjá OSR er á vognum, so at hon er løtt at flyta stað úr stað. Ein slíkur vognur stendur í Havn og ein er í Runavík.
Hendan útgerðin umfatar m.a. oljuverjur, sum forðar fyri at dálking breiðir seg, og skimmarar at taka olju upp við.
Og fæst ongin avtala við landstýrið, fer eisini hon av landinum.
Pauli Einarsson heldur, at tað er rættiliga óheppið, at vit eru so illa fyri hvar oljuverndarútgerð viðvíkur, tí hann vísur á, at føroyingar hava bundið seg til at halda sáttmálar um havumhvørvið.
Við ongari útgerð verður tað trupult, leggur hann afturat.
Pauli Einarsson sigur, at er útgerðin fyrst farin av landinum, verður tað lutfalsliga dýrt at fáa hana aftur.
? Sálvsagt ber altíð til at útvega aðra útgerð, men tað er altíð dýrt at byrja av nýggjum, sigur Pauli Einarsson.
Hann heldur lítið um at tað kanska verður neyðugt at senda verndarútgerðina av landinum.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Birni Kalsø, áðrenn blaðið fór til prentingar.