Vandi fyri at soppur í einum slagi av smøri

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti smøri

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av smøri, sum er at fáa í ymsum handlum kring landið. Talan er um Naturli' Økologisk Smørbar, sum ávarað verður ímóti og tað er tí at tað vandi fyri at soppur er í tí.

Heilt ítøkiliga er talan Naturlig' Økologisk Smørbar, og tað er smør í pakkum, har nettovektin er 225 gramm.
Talan er um tær sendingarnar, har smøri er merkt at vera best fyri: 22.09.2020, 23.09.2020, 24.09.2020,25.09.2020, 06.10.2020, 07.10.2020, 08.10.2020, 16.10.2020, 17.10.2020.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at brek var á kølingini í sambandi við framleiðsluna av hesum sendingunum og tí ver vandi fyri soppi í smørinum. Tað ger smørið óegnað til matna og tí eiga tey, sum liggja inni við tí, at koyra tað í skrell, ella at bera tað aftur í handiliin, haðani tey hava keypt tað.