Fær Strandferðslan ikki 3,5 milliónir krónur afturat alt fyri eitt, er vandi fyri, at Smyril verður lagdur.
Smyril fer í dokk í Odense í dag og Løgtingið hevur áður játtað 26 milliónir krónur til endamálið, og til at leiga avloysaraskip
Hetta er fyri at lúka lógarásett krøv frá Klassanum, soleiðis at skipið kann vera í sigling.
Men nú er greitt, at fer at kosta 29,5 milliónir og verða krøvini frá Klassanum ikki fylgd, kann Smyril verða lagdur til teyeru gingin á møti, sigur Strandferðslan.
Sostatt er bráðneyðugur tørvur á at útvega Strandferðsluni 3,5 milliónir krónur og tískil er Løgtingið kallað saman í skundi í morgun.
Sostatt hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið í morgum um at játta Strandferðsluni 3,5 milliónir krónur.
Samstundis hevur Løgtingið samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at uppskotið kann viðgerast og samtykkjast longu í dag.