Sáttmálasamráðingar
Nú er aftur vandi fyri verkfalli á Strandferðsluni.
Maskinmeistararnir hja tí almenna og fíggjarmálaráðið fara í dag at gera eina seinastu roynd at finna semju, so at nýggjur sáttmáli kann gerast.
Eydnast tað ikki, verða øll strandfaraskipini løgd, umframt rannsóknarskipið, Magnus Heinason. løgd. Harafturat fara maskinmeistararnir hjá tí almenna á landi, heldur ikki til arbeiðis.
Tað fer at raka maskinmeistarar á sjúkrahúsunum og øðrum almennum stovnum, har maskinmeistarar hjá tí almenna arbeiða.
Sáttmálin ímillum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið um maskinmeistararnir hjá ti almenna, gekk út í oktober.
So kom løgtingsval ímillum og órógvaði samráðingarnar.
Men nú samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur, vísti tað seg, at ongin møguleiki var fyri at finna semju.
Sostatt vórðu semingsmenninir boðsendir og teir báðir útsettu eitt møguligt verkfall til á midnátt í annaðkvøld.
Og nú hava teir báðir semingsmenninir, Jógvan Amonsson og Alfred Petersen, kalla partarnir til samráðingar á miðdegi í dag.
Og so verður samráðst til tað røkkur ella støkkur.
Støkkur tað, fer tað at leggja strandferðsluna lamna, umframt at tað fer at raka almennar stovnar á landi, har maskinmeistarar arbeiða.
Ósemjur um ymisk mál
Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum vil ikki siga so nógv um samráðingarnar, tí nú semingsmenninir eru komnir uppí, eru tað teir, sum føra orðið.
Men hann hevur áður sagt, at tað eru ymsar ósemjur, sum skilja partarnir.
Tað er eisini greitt, at ein av hesum ósemjunum er tann nýggi Smyril.
Fíggjarmálaráðið tvíheldur um, at sáttmálarnir hjá maskinmeistarunum, sum skulu við nýggja Smyrli, skulu viðgerast í hesum samráðingunum, men tað vil Maskinmeistarafelagið ikki.
Jógvan Nybo sigur, at partarnir avtalaðu seinasta summar ein leist fyri, hvussu farast skal fram undir samráðingunum.
Í tí sambandi av avtalað, at tað, sum samráðingarnar skuldi fevna um, skuldi gerast greitt, áðrenn samráðingarnar byrjaðu.
Tá ið hesar samráðingarnar byrjaðu, var onki krav frá Fíggjarmálaráðnum um nýggja Smyril. Tá var onki krav frá Fíggjarmálaráðnum um nýggja Smyril.
?Tað var ikki, fyrrenn vit høvdu havt einar átta samráðingarfundir, at Fíggjarmálaráðið setti eitt treytaleyst krav fram um, at sáttmalan hjá maskinmeistarunum við nýggja Smyrli, skuldi takast við í samráðingunum.
Men tað góðtekur Maskinmeistarafelagið ikki.
Er tað ikki rætt at fáa semju um tann sáttmálarnar eisini, so at nýggi Smyril ikki endar sum Teistin og Brimil, ið báðir lógu í vikur av trætu um sáttmálarnar pørtum av manningini umborð?
?Jú, men tað eru treytirnar við teirri skipan, sum vit hava ídag. Men skuldu vit samráðst um nýggja Smyril í hesum umfarinum, skuldi Fìggjarmálaráðið havt tikið hann við beinanvegin. At koma við nýggjum krøvum mitt í eini samráðing, er brot á avtalur, sum teir sjálvir hava gjørt. Tí hoyrir nýggi Smyril ikki við í hesum samráðingunum.
Men tað er ikki bara nýggi Smyril, sum skilir partarnar, sigur Jògvan Nybo, men útgreina tað nærri, vil hann ikki.
Tað hevur oftað verið tosað um, at bera so í bandi, at siglingin hjá Strandferðsluni skal ikki rakast av ósemjum av arbeiðsmarknaðinum.
Tað kundi gerast við at gera manningina til tænastumenn.
Men Jógvan Nybo sigur, at tað hevur hann enn ikki hoyrt eitt kis um frá tí almenna.
Honum hevði eisini hóvað ógvuliga illa at verðið gjørdu til tænastumann og at mist verkfalsrættin.