Vandi fyri at landið verður lagt lamið næstu er tað fer at kava

Ósemja hevur aftur tikið seg upp ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Landsverkfrøðingin um arbeiðsviðurskiftini hjá teimum, sum rudda kava av vegunum

 

Tað skal ikki koma óvart á nakran um øll kavarudding hjá Landverkfrøðinginum brádliga heldur uppat ein av fyrstu døgunum.

Kavaruddingin hjá Landsverkfrøðingin er ein lívsæðrin í samfelagnum, tá ið tað kavar, tí tað er henni fyri at takka, at øll samferðslan eftir landi kann haldast gangandi. Verða vegirnir ikki ruddaðir fyri kava, fer tað tí at leggja næstan alt landið lamið, um hann legst við kava.

Umframt at rudda kava av vegunum, ger Landsverkfrøðingurin eisini nógv burturúr at stroyða sand og salt á vegirnar, tá ið tað er hált, og tað arbeiðið fer sostatt eisini at halda uppat.

Orsøkin til at kavaruddingin er í vanda, er, at ósemja hevur aftur tikið seg upp ímillum Landsverkfrøðingin og Føroya Arbeiðarafelag um arbeiðsviðurskiftini hjá teimum, sum rudda kavan.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur at støðan er so snøgg: Fáast viðurskiftini ikki í rættlag, sleppur fólkið heldur ikki at rudda kava og so heldur øll kavarudding uppat.

Tað var sama skilið í fjør, tá í ósemja tók seg upp um kavaruddingina.

Tann ósemjan endaði við, at avtala varð gjørd í vár ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Landsverkfrøðingin um treytirnar hjá teimum, sum rudda kava og sostatt slapst undan at samferðslan varð løgd lamin ta ferðina.

Men tað er hendan avtalan, sum Landsverkføðingurin nú ikki vil halda, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Hon sigur, at Føroya Arbeiðarafelag hevur fingið ein fleiri klagur frá teimum, sum rudda kava um, at Landsverkfrøðingurin vil ikki halda avtaluna, sum varð gjørd seinasta vár. Hon sigur, at Føroya Arbeiðarafelag hevur biðið teir, sum rudda kava um eina frágráðing.

?Tá ið hendan frágreiðingin er komin, fara vit at taka støðu til, hvat skal gerast.

Av tí, at frágreiðingin ikki er komin frá monnunum, fær hon ikki sagt, akkurát, hvørjar partar av avtaluni, tað er, sum Landsverkfrøðingurin ikki vil halda.


Skal haldast

Ingeborg Vinther leggur dent á, at tað verður ikki talan um at samráðast um eina nýggja avtalu við Landsverkfrøðingin um kavaruddingina.

? Vit hava gjørt eina avtalu, sum báður partar hava undirskrivað. Men vil Landsverkfrøðingurin ikki halda hana, so má stovnurin eisini taka avleiðingarnar av tí, sigur hon.

?Hvørjar avleiðingar hugsar tú um. Er tað, at kavaruddingi heldur uppat?

? Ja, tað ger tað heilt vist. Vil Landsverkfrøðingurin ikki halda avtaluna, heldur øll kavarrudding uppat.

Ingeborg Vinther sigur, at tað var líka við, at øll kavarudding helt uppat beint fyri jól.

Men so váttaði Landsverkfrøðingurin, at hann vildi ganga undir okkara treytir til 3. januar, tá ið málið so skal takast uppaftur.

Tað vil siga, at tað verður arbeiðsfriður til mikudagin. Hvussu verður eftir tað, veldst so alt um, hvussu tað eydnast at semjast um avtaluna, sum partarnir gjørdu í vár.