Sosialurin fekk fatur á Jógvani Nybo beint fyri evstamark mánadagin, tá Karsten Hansen hevði boðað frá, at hann ikki fór at góðkenna sáttmálan.
? Vit fara ikki at samráðast einaferð enn, tí vit hava longu ein sáttmála, sigur Jógvan Nybo til áheitanina frá landsstýrismanninum um at fara aftur til samráðingarborðið.
Hann vildi tó ikki siga nakað beinleiðis um, hvørji tiltøk Maskinmeistarafelagið nú fer at seta í verk.
? Vit hava ikki so nógv amboð at nýta í hesum stríðnum, men fyrst fara vit at boða SEV frá okkara tiltøkum, segði Jógvan Nybo um middagsleiti mánadagin.
Tað er øllum greitt, at um maskinmeistararnir hjá SEV verða kallaðir heim, so verður streymurin slitin.