Vandi er fyri smittu allastaðni

- Nógv børn hava verið innløgd seinastu tíðina - við RS-virus, influensu og koronu, siga tey í Gigni.

Í Gigni mæla tey ti, at foreldur við pinkubørnum ikki fara í stórar fólkamongdir ella samkomur.

- Av tí, at nógv børn og vaksin eru sjúk, hava vit valt ikki at hava mammubólkar við teimum yngstu børnunum fram til 1. mars. Vit frámæla øllum mammubólkum við børnum yngri enn tríggjar mánaðir.

 

Á Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung, verður sagt, at avgerðin um ikki at hava hesar mammubólkar nú er tikin í samráð við Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.

 

- Nógv børn hava verið innløgd seinastu tíðina - við RS-virus, influensa A og við koronu, siga tey í Gigni.

 

Víst verður á, hvussu umráðandi tað er at halda frástøðu frá teimum smáu børnunum, um vit sum vaksin eru forkølað, hosta ella hava onnur sjúkueyðkenni. 

 

- Sjálvandi kunnu foreldur og systkin ikki haldast burtur, men onnur vitjandi skulu hugsa seg um, áðrenn farið verður at vitja, har pinkubørn eru.

 

Í Gigni mæla tey ti til, at foreldur við pinkubørnum ikki fara í stórar fólkamongdir ella aðrar samkomur, tí vandi er fyri smittu allastaðni í løtuni. 

 

- Vaska hendur ofta og hvørja ferð, tú hevur havt samband við ein, sum hevur sjúkueyðkennir. Tað er eisini týdningarmikið at vaska hendurnar, áðrenn farið verður til pinkubarnið.

 

Mælt verður eisini til, at systkin og onnur vitjandi vaska hendurnar, áðrenn nomið verður við barnið.

 

Um heimasíðuna - www.gigni.fo - ber til at lesa meira um RS-virus.

 

 

 

 

 

Í Gigni mæla tey ti, at foreldur við pinkubørnum ikki fara í stórar fólkamongdir ella samkomur.