Amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, sigur í dag, at vandi er fyri, at Ukraina ikki yvirlivir kríggið.
Hetta sigur hann sambært tíðindastovuni, Reuters, og CNN endurgevur eisini Lloyd Austin.
Útsøgnin hjá verjumálaráðharranum varð borin fram á einum fundi í UDCG (Ukraine Defense Contact Group) í dag.
Fundurin í UDCG var á Ramstein Air Base í Týsklandi.
- Í Ukraine Defense Contact Group eru tey 32 Nato-londini umframt 24 onnur lond, skriva tíðindastovurnar.