Vandi er fyri at tað verður dýrari

Stjórin á Landsverki ivast í um tað verður bíligari at lata privat rudda kava og gera annað arbeiði hjá Landsverki

Tað er vandi fyri, at tað verður dýrari.

 

Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki

 

Fríggjadagin læt ein arbeiðsbólkur eina frágreiðing úr hondum um, hvussu virksemið hjá Landsverkið skal skipast frameftir.

 

Í Arbeiðsbólkinum, har Ewald Kjølbro eisini er limur, verður mælt til at kanna, um tað verður bíligari at útveita fleiri tænastur hjá Landsverki, eitt nú kavaruddingina og arbeiði at halda vegir.

 

Sjálvur ivast Ewald Kjølbro í, um tað kann gerast bíligari og betri enn nú.

 

Trýst í pílin undir myndini, og hoyr hann greiða frá, hví hann ikki heldur tað.