Málið um strandaða fóðurflakan vesturi á Víkum í Vágum, er nú endað á borðinum hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvismálum. Tað var 5. apríl í ár, at fóðurflakin, Hellutangi, sleit og rak á land. Har hevur Hann ligið síðan og allar royndir at bjarga honum, eru miseydnaðar. Nú er støða tikin til, at meiri verður ikki gjørt í ár, men at hann verður liggjandi til næsta ár, tá ið ein møguleiki er at høgga hann sundur og flyta hann av Víkum aftur í pettum. Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sigur, at tað kann hugsast, at hetta fær at fáa avleiðingar fyri umhvørvið vesturi á Víkum og tí vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá málinum.
I hesum sambandi spyr hon landsstýrismannin, hvørjar tær umhvørvisligu avleiðingarnar vera av, at Hellutangi verður liggjandi vesturi á Víkum, og hvørji stig verða tikin til at avmarkað dálkingina. Helgi Abrahamsen skal eisini greiða frá um hann yvirhøvur heldur, at Víkar eru hóskandi pláss til aling.
Ingilín Didriksen Strøm vísir á, at enn er ongin náttúrufriðingarlóg, ella lendisætlan løgd um, hvørji øki í Føroyum skulu varðveitast, uttan at verða ávirkað av menniskjahond - eitt nú hvat skal vera ídnaðarøki og hvat skal vera friðað.
– Áðrenn aliloyvið varð givið vesturi á Víkum, heittu fólk, saman við Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, á Yvirfriðingarnevndina um at friða alt økið vesturi á Víkum. Hetta er eitt øki, har Fjallavatn og økið uttan um vatnið longu er friðað.
Men aliloyvið varð givið við eini umhvørvisgóðkenning, har tað eisini eru reglur ið skulu lúkast, um óhapp er. Tó er onki krav um nakra tilbúgvingarætlan.
Tí spyr løgtingskvinnan eisini um nøkur ætlan er um at tryggja, at tilbúgvingarætlan fylgir við umhvørvisgóðkenningum til aling, og annað virksemi, ið kann hava avleiðingar fyri náttúruøki.