Hóast ein nýggj kanning vísir, at tey ungu í Føroyum bæði roykja og drekka nógv verri enn ungdómurin í Íslandi, ber til at venda gongdini.
Men skal tað eydnast, er neyðugt myndugleikarnir taka granskingina til sín og seta neyðug tiltøk í verk.
Síðani 1992 hava íslendingar kannað viðurskiftini hjá teimum ungu regluliga. Endamálið var at savna inn upplýsingar, sum kunnu gagna teimum, sum taka avgerðir um ungdómslív yvirhøvur.
Í hesum sambandi miðaðu kanningarnar eftir at lýsa samanhangin ímillum óhepna atferð hjá ungdóminum og ymisk viðurskifti rundan um tey.
Sostatt er endamálið at savna tilfar saman, sum kann hjálpa myndugleikunum at taka væl grundaðar avgerðir, tá ið ungdómspolitiskar avgerðir verða tiknar.
Støðan versnaði
Kanningin vísir, at til 1998 versnaði støðan alsamt, bæði hvat royking og rúsdrekka viðvíkur.
¬Men við støði í hesum kanningunum, sum byrjaðu í 1992, fóru íslendingar í 1998 undir miðvís átøk fyri at venda gongdini.
Endamálið við átøkunum var at broyta tey viðurskifti, sum ávirkaði ungdómin tann negativa vegin og sostatt at fáa tey ungu at broyta atferð.
Tað hava íslendingar gjørt við støði í teimum kanningum, sum eru gjørdar.
Í hesum sambandi var endamálið at broyta umhvørvið hjá ungdóminum við tí fyri eyga at minka um vandan fyri, at tey endaðu í misnýtslu av tubbakki, rúsdrekka og rúsevnum.
Hetta hevur givið úrslit, tí síðani tá hava pílarnir gingið tann rætta vegin, og tað í stórum eisini.
Gongdin kann vendast
Í ár er fyrstu ferð, at føroyingar eru við í eini líknandi kanning og í hesum sambandi er støðan í Føroyum samanborin við støðuna í Íslandi.
Kanningin er gjørd í ár og umfatar ung, sum eru fødd í 1996.
Tey, sum vóru við í kanningunum vóru skúlanæmingar í 19 føroyskum skúlum kring landið og 76,1% av svarunum komu inn.
Og sum tað sæst í aðrari grein, er støðan hjá ungu í Føroyum nógv verri enn hjá teimum ungu í Íslandi, bæði hvat royking og rúsdrekka viðvíkur.
Úrslitini í Íslandi vísa, at ein miðvísur ungdómspolitikkur hevur ført við sær, at tey ungu drekka og roykja minni og minni.
- Men í Føroyum eru vit hinvegin í eini støðu, sum minnir um støðuna í Íslandi fyri einum 15-20 árum síðani, sigur Firouz Gaini.
Tískil vónar hann, at kanningar av hesum slagi kunnu føra til eitt fyribyrgjandi arbeiði, sum er meiri miðvíst og betri skipað enn higartil.
- Tað kann fáa pílarnar í Føroyum at vísa rætta vegin, akkurát, sum tað er hent í Íslandi.
- Gera vit onki, er hinvegin vandi fyri, at støðan í Føroyum bara versnar, leggur hann afturat.
Hann heldur, at avbjóðingin er at fáa myndugleikar, stovnar og øll onnur, sum hava við ungdómslív at gera, at taka slík kanningarúrslit til sín og brúka tey, tá ið ungdómspolitikkur verður lagdur til rættis.
Men hann heldur eisini, at tað er neyðugt at endurtaka kanningina við jøvnum millumbili.
Íslendingar gera hesa kanningina hvørt ár, men Firouz Gaini heldur, at kunnu vit gera hana annaðhvørt ár í Føroyum, er nógv vunnið.
- So fáa alla tíðina at vita, hvussu gongdin er og um støðan batnar ella ikki.