Vandi er fyri, at fleiri rækjuskip noyðast at gevast

- Í ringasta føri kann samfelagið missa einar 300 milj. krónur, um rækjuflotin verður mistur, sigur formaðurin í reiðarafelagnum.

Fiskivinna

Á aðalfundi reiðarafelagsins vísti Jákup Sólstein á, at botnfiskaveiðan undir Føroyum hevur verið rættiliga støðug seinastu 20 árini burtursæð frá tíðarskeiðinum, 1991-1994.
- Miðalveiðan liggur um 100.000 tons, og tað er tað, sum fiskað verður undir
núverandi dagaskipan, segði hann.
Jákup segði, at ofta verða samanburðir gjørdir við gomul hagtøl ? alt eftir, hvat hesir
samanburðir skulu nýtast til, men ansast má eftir, at allar fyritreytir verða tiknar við.
- Tað er ein sannroynd, at tey øki, sum í dag eru opin fyri veiði, eru sera nógv
skerd í mun til áður. Veruleikin er eisini, at í dag eru tað færri skip, sum fiska árligu nøgdirnar.
Hann helt, at vit samanumtikið kunnu siga, at trýstið á fiskastovnarnar í dag er nógv
minni, enn tað var í teimum tíðarskeiðum , vit plaga at samanbera við.
Um heimaflotan, segði Jákup Sólstein, at hann hevði eitt gott ár í fjør.


Nótaskipini og verk-
smiðjutrolarar gott ár

Bæði í nøgd og virði var seinasta ár hjá nótaskipunum sera gott, og hetta kemst serliga av, at prísurin á sildini var so góður.
- At bæði nøgd og prísur á makreli vóru so optimal, sum ongantíð áður,
gjørdi støðuna uppaftur betri. Aftrat hesum kundu skipini fiska óavmarkaðar nøgdir av svartkjafti í 2001, og fiskiskapurin var sera góður.
Jákup segði seg ikki vænta, at svartkjaftanøgdirnar í ár verða í nánd av tí, tær hava
verið.
Formaðurin í reiðarafelagnum segði, at verksmiðjutrolararnir høvdu eisini eitt gott ár í fjør.
- Nøgdirnar vuksu, og kemst hetta av fiskiskapinum í Irmingarhavinum. Veiðivirði í 2001 var tó tað sama sum í 2000.
Hann segði, at úrslitið hjá verksmiðjutrolarunum er tengt at teimum sáttmálum, vit fáa við Russland og Noreg eins og útlitunum fyri fiskastovnunum í Barentshavinum.
- Noregssáttmálin er somuleiðis nær tengdur at teimum møguleikum, sum norsk
línuskip fáa á djúpum vatni undir Føroyum, og russarasáttmálin er tengdur at svartkjafti og makreli í føroyskum sjógvi.
Jákup segði, at hetta kann koma at geva okkum trupulleikar í framtíðini.


Rækjuskipini
sera illa fyri

Meðan formaðurin í reiðarafelagnum kundi fegnast um gongdina hjá heimaflotanum, nótaskipunum og verksmiðjutrolarunum, harmaðist hann um støðuna hjá rækjuflotanum.
- Rækjuflotin er sera illa fyri. Hetta kemst av teimum sera lágu rækjuprísunum og teimum til tíðir høgu oljuprísunum, samstundis sum rækjufiskiskapur er ein sera orkukrevjandi vinna.
Hann segði, at fleiri uppskot hava verið frammi um, hvussu trupulleikarnir hjá rækjuskipunum kunnu loysast.
- Bæði felagið Rækjuskip og Føroya Reiðarafelag hava vent sær til
myndugleikarnar, men tað er einki, sum bendir á, at nøkur stig verða umhugsað og enn minni tikin fyri at finna leiðir burtur úr kreppuni.
Jákup vísti á, at hóast veiðimøguleikarnir hjá rækjuflotanum eru rímiliga góðir, er tað ikki møguligt hjá flotanum í verandi støðu at framleiða seg burtur úr kreppuni, sjálvt um nøgdirnar í 2001 munnu vera tær størstu nakrantíð, nevniliga góð 19.000 tons.
- Eg beri tí ótta fyri, at fleiri rækjuskip verða noydd at gevast, um ikki vend kemur
í.
Jákup Sólstein segði, at í ringasta føri kann samfelagið missa einar 300 milj. krónur,
um rækjuflotin verður mistur.