Upp á seg er tað nógv dýrari nú at seta búgv, enn tað hevur verið. Tað vísir ein uppgerð hjá Landsbankanum.
Tað merkir, at seinastu tíðina er prísurin á bústøðum hækkaður væl meiri enn lønirnar eru hækkaðar.
Landsbankin sigur, at rentan á bústaðarlánum er lækkað, og sostatt er vorðið bíligari at hava sethúsalán. Men aftur fyri er prísurin á bústøðum hækkaðir og vandin við tí, er, at fólk seta seg í ov stóra skuld eftir teirri inntøku, tey hava.
##med2##
Í fjør vóru sethúsaprísirnir í Havn 20 prosent hægri enn í 2018. Tað sama ger seg galdandi á smáplássum, men í størri bygdunum er bústaðarprísurin hækkaður 10 prosent, men merkisvert er tað, at í Suðuroy og í Sandoy, eru prísirnir hækkaðir 30 prosent.
Prísvøksturin á 20% í Havn er tann størsti síðani 2006. Eisini er prísvøksturin í Suðuroy og Sandoy merkisvert stórur, men hesin prísvøksturin er komin av einstøkum sølum, sum hava hálað miðalprísin upp.
Men hinvegin eru inntøkurnar ikki hækkaðar ikki meiri enn sløk sjey prosent.
##med3##
Stóri prísvøksturin í smærri bygdunum kann lutvíst forklárast við, at bygdir sum eitt nú Gjógv ella Mykines, eru vorðnar meira dragandi sum summarhúsøki seinastu árini.
At størru bygdirnar hava havt lægri prísvøkstur í 2019 enn aðrastaðni kemur helst av, at fleiri av teimum longu í 2018 høvdu ein lutfalsliga stóran prísvøkstur.
Hetta er uttan iva ein avleiðing av, at skjótt verður koyrandi gjøgnum tunnilin millum Eysturoynna og Suðurstreymoy, sigur Landsbankin.