Súkklumaðurin Christian Vande Velde vann kappingina, sum gongur undir navninum Kring Luksemborg. Kappingin endaði sunnudagin, og Vande Velde, sum súkklar fyri danska TeamCSC, var við heilt har frammi á seinasta teininum. Harvið vardi hann sína samlaðu oddastøðu og vann Kring Luksemborg, har nógvir sterkir altjóða súkklumenn vóru við. Christian Vande Velde er 30 ára gamal og ættaður úr USA, og danir halda sigurin í kappingini í Luksemborg verða ein stóran sigur fyri sterka, danska súkkluliðið.