Í USA eru 41 fólk deyð av einum virusi, sum tey hava fingið ígjøgnum mýggjarbit. Virusið, sum verður rópt West Nile-virus, bleiv fyrstu ferð staðfest í USA í 1999.
Tey flestu varnast als ikki virusið, men 20 prosent av teimum, sum fáa virusið í seg, kunnu fáa sjúkueyðkenni, ið líkjast meningitis, og í ringasta føri kunnu fólk doyggja av tí.
Amerikonsku heilsumyndugleikarnir siga, at í ár hevur virusið serliga gjørt um seg í statinum Texas, har 19 fólk eru deyð av tí.










