Ferðafólk, sum farar til Madeira, verða í hesum døgum mælt til at verja seg ímóti mýggjabitum, sum kunnu vera lívshættisligir.
Denguefepur herjar í løtuni á feriuoynni Madeira. Oyggin, sum liggur tríggjar tímar í flogfari frá høvuðsstaðnum í Portugal, hevur í fleiri ár verið eitt vælumtókt feriustað fyri ferðafólk úr norðurlendsku londunum.
Norsku heilsumyndugleikarnir heita á ferðandi til Madeira um at verja seg ímóti mýggjabitunum, av tí at denguefepur er í umfari á oynni. Ein sjúka, sum hvørt ár drepur fleiri túsund menniskju. Serliga í tropisku og subtropisku økjunum.
Myndugleikarnir á staðnum hava sett tiltøk í verk fyri at basa mýggjabitunum og minka um vandan hjá fólki fyri at blíva stungin av mýggjabitunum.
Denguefepur er ein virussjúka, ið líkist beinkrími við høgum fepri, høvuðpínu og ljósviðkvæmi. Einki koppingarevni ella fyribyrgjandi heilivágur er ímóti sjúkuni. Í flestu førum blíva fólk við denguefepri skjótt frískt aftur, men í summum førum kann sjúkan elva til deyðan, um tann sjúki ikki kemur undir læknahond.
Mýggjabitarnir eru serliga vandamiklir fyi børn. Sambært WHO doyggja umleið 24.000 børn hvørt ár av denguefepri.
Útvið 270.000 íbúgvar eru á feriuoynni Madeira.










