Danski stovnurin Fødevarestyrelsen ávarar ímóti at keypa suttufløsku, sum fæst á danskari heimasíðu.
Talan er um Gumlo suttufløskar, sum fáast í støddunum 125 ml og 250 ml og eru seldar eftir 1. juli í fjør. Fløskurnar eru framleiddar í Teilandi.
Fløskan er seld á www.gumlo.dk
Evnið bisphenol er ávíst í suttufløskunum, sum eru framleiddar av polycarbonat
Ráðini eru at koyra vøruna burtur.









