Vandamiklar ferðsluumstøður undir Kongavarða

Í samband við útstykkingina undir Kongavarða á Argjum, eru tað íbúgvar í økinum, ið hava latið ilt frá sær í samband við standin á vegnum, ið er íkomin eftir at arbeiðið er byrja.

 

Einasti vegur inn á økið er í so ringum standi, at hann er mest at líkna við ein arbeiðsveg, ið tung ferðsla koyrir á.

 

Tað er í samband við útstykkingina, at ferðslan er beind inn eftir einum øðrum vegi enn tí vanliga.

 

Tað búgva nógv fólk undir Kongavarða og ferðslan er nógv. Harafturat eru eingi gøtuljós, ið rigga á vegnum, ið bert leggur afturat vandanum at ferðast har, nú tað gerst alsamt myrkari.

 

Niels Uni Dam, sum býr undir Kongavarða, hevur gjørt eitt stutt filmsbrot, ið vísir hvussu standin.