Vandamiklar bakteriur á sjúkrahúsum

Fleiri donsk sjúkrahús hava trupulleikar við vandamiklum bakterium í vatninum. Ekstrablaðið skrivar í dag, at kanningar av vatninum á sjey sjúkrahúsum avdúkaðu, at á seks teirra vóru ov nógvar vandamiklar legionella-bakteriur í vatninum.

Sambært blaðnum vístu royndirnar, at reingerðin á fleiri sjúkrahúsum er ikki nóg góð, og at tað er orsøkin til tær nógvu bakteriurnar. Blaðið vísir á, at hetta hendir, hóast myndugleikarnir hava havt eyka eftirlit við reingerðini.

Ringast stendur til á krabbameinsdeildini á Herlev Hospital. Her var bakteriutalið 600.000, og sambært reglunum er neyðugt at vísa varsemi, tá talið kemur upp á 10.000, skrivar Ekstrablaðið.

Legionella er vandamikil fyri fólk við veikari sjúkuverju. Tey seinastu fýra árini eru minst 16 fólk deyð av legionella-smittu, men serfrøðingar meta, at tað veruliga talið er nógv størri.