Vandamikil sethúsaskuld

Tað tykist, sum eru danskir húsaeigarar í ferð við at uppliva eitt veruligt bakkast. Seinastu árini hava húsaprísirnir vera vaksandi, meðan rentustøðið hevur verið fallandi. Hartil hava bankarnir veitt hópin av nýggjum lánitilboðum. Nú tykist vend tó vera komin í. Rentan er kvinkað uppeftir, og tá sethúsaprísirnir nú eisini falla nakað, er talan um stóran virðismiss hjá nógvum. Ikki minst hjá teimum, sum hava nýtt flex-lánini. Í høvuðsstaðarøkinum verður roknað við, at hesi koma at hava ein ognarmiss á 165 tkr. komandi árið.