Vandamikil heilivágur ímóti gikt

Donsku heilsumyndugleikarnir ávara nú fólk ímóti at brúka giktheilivágin Beline Capsules. Heilivágurin kann keypast á alnótini, og heilsumyndugleikarnir siga, at fleiri túsund danir kunnu hava keypt hann.

Steffen Thirstrup, sum er deildarstjóri í Lægemiddelstyrelsen, sigur, at fólk, sum brúka Beline Capsules, kunnu fáa álvarssom hjáárin so sum sukursjúku, magasár og blóðtøpp í hjartað. Harafturat er vandi fyri, at heilivágurin oyðileggur beinagrindina.

Beline Capsules verður selt sum kostískoyti, men inniheldur heilivág, sum ikki verður brúktur ímóti gikt longur, tí hann hevur so álvarssom hjáárin við sær.

Tey, sum keypa og brúka Beline Capsules, noyðast at rinda einar 6.000 krónur um árið fyri heilivágin.

-Tað eru samvitskuleysir handilsmenn, sum selja slíkt, sigur Steffen Thirstrup við DR.