EFTIR okkara tykki hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum handfarið hetta málið sera klossut. Heldur enn at brúka vanligt diplomati, hevur hann rætt og slætt læst allar dyr, soleiðis at tær mest grundleggjandi samskiftislinjunar eru kvettar av. Karsten Hansen eigur nú beinanvegin, áðrenn samfelagið alt verður tveitt út í eina syrgiliga kreppu, at ganga burt frá síni nulllíknandi loysn. Hann má - saman við restini av landsstýrinum - til at sanna, at tey alment løntu hava uppiborið ein rímuligan lønarvøkstur. Hevði talan framvegis verið um eina lemjandi kreppu í samfelagnum, so er eingin ivi um, at løntakararnir aftur høvdu víst sín solidartitet við landskassanum - sum teir gjørdu øll kreppuárini.Tí er tað einki minni enn ein háðan, tá landsstýrið bara vil tosa út frá eini 0 til 2% loysn. Verður hetta støðan hjá landsstýrinum komandi dagarnar, so er aðalverkfallið ikki langt vekk. Og hetta kann landsstýrið bara takka sær sjálvum fyri. Karsten Hansen verður noyddur til at slaka. Ger hann tað ikki hevur hann ábyrgdina av, at landið alt verður tveitt út í eina lemjandi kreppu.
AT blanda kappingarførið uppí hetta málið er eisini burturvið. Lønirnar eru als ikki altavgerandi her. Og tá nettup lønirnar her heima eru afturútsiglar eitt nú í mun til grannalondini, so er tað náttúrligt, at tær hækka munandi. Um landsstýrið heldur fast um sín láglønarpolitikk, ið jú er grundfilosofi fólkafloksins, so fer hetta at seta eld í allan arbeiðsmarknaðin. Og tað er helst júst hetta, sum fólkaflokkurin ynskir. Tí tá fær hann dupultan vinning. Hann fær traðkað á fakfeløgini og limir tess, og hann fær skapt eina øsing móti tjóðveldisflokkinum, sum so aftur kann brúkast til at seta fullveldisætlaninar í ringt ljós. Stóri spurningurin er, hví tað hevði so stóran týdning fyri Finnboga Ísakson at hækka tingmannalønirnar júst nú! Mundi hesin taktikarin og gamli politiski revurin ikki vera fullgreiður yvir avleiðingarnar, nevniliga øsing á arbeiðsmarknaðinum, sum tá serliga fór at raka tjóðveldisflokkin og hansara hjartabarn, fullveldið! Hví?