Vandamikil ferðamál

Tíðarritið Forbes hevur gjørt ein lista við teimum 10 vandamiklastu ferðamálunum í heimiunum, og hesaferð eru Føroyar ikki slopnar upp í part.

Vandamiklasta landið í heiminum at ferðast til í løtuni er Somalia. Eftir tað koma krígsherjaðu londini Irak og Afghanistan. Hini londini, sum eru komin á listan hjá Forbes, eru Haiti, Pakistan, Sudan, Congo, Libanon, Zimbabwe og Gaza-geirin.