Vandamikið virus í Evropa

Granskarar hava funnið spor av sjúkuni West Nile-virus í flytifugli í Danmark, og sambært DTU Veterinærinstituttet er hetta ein sjúka, sum kann smitta fólk. Í ringasta føri kann smittan elva til meningitis, ið sum kunnugt kann fáa álvarssamar avleiðingar. Sagt verður, at vanliga eru eingi sjúkueyðkenni, men at umleið 20 prosent av teimum smittaðu kunnu fáa eitt nú fepur, liðapínu og høvuðpínu.

Tey seinastu árini er West Nile-virussið komið til Evropa, og nú halda granskararnir, at tað er størri vandi fyri, at virussið kann koma til Danmarkar. Granskararnir siga, at teir hava ikki funnið virussið í djórum, sum teir hava kannað, men at teir funnu andevni ímóti West Nile-virussinum í trimum flytifuglum og einum rossi. Granskararnir siga, at hóast tríggir flytifuglar høvdu andevni í sær, er tað ikki vist, at teir bera smittuna longur.

Granskarin Charlotta Polacek sigur í tíðindaskrivi, at fleiri royndir hava víst, at West Nile-virussið er í Evropa, og at tað er vandi fyri, at tað kann koma til Danmarkar við flytifugli og mýggjarbitum.