? Um jarðarmøður eisini skulu taka sær av sjúkum pinkubørnum, so verður hetta fyrsta sjúkrahúsið, eg veit um, sum letur jarðarmøður gera arbeiðið, sum sjúkrarøktarfrøðingar gera, sigur Ulrike Steuerwald í einum skjali, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Hon metir tað ikki vera hóskandi at umskiipa føðideildina, tí eftir hennara tykki eru sjúkrarøktarfrøðingarnar teir, ið hav aneyðuga serkunnleikan at viðgera og taka sær teimum viðbreknu pinkubørnunum. Og hetta er ikki eitt arbeiði, ið ein og hvør kann gera.
? Tá tit ikki hava nakran serlækna innan øki og heldur ongan neonatalan sjúkrarøktarfrøðing, eigur ein at verða glaður fyri, at føðideildin hevur verið før fyri at finna starvsfólk, sum kunnu útinna eina serstakliga góða neonatala viðgerð - eisini fyri alt ov tíðliga fødd pinkubørn, heldur hon.
Hon vísir eisini á, at tað fara eisini at koma uppgávur, sum ein jarðarmóðir als ikki hevur loyvi at taka sær av. Og so leingi ongin er samdur um eina skrivliga mannagongd, so kann støðan gerast bæði vandamikil og kaotiskt - bæði fyri sjúklingar og starvsfólk.










