Vandamikið herverk skakar Tour de France

Súkkling: Tour de France er skakað. Ótangar høvdu tveitt teknistiftir á súkklubreytina, sum eitt nú kostaði eitt brotið óstbein og kundi elvt til enn fleiri og størri skaðar. Løgreglan er nú komin inn í málið.

Teinurin í Tour de France í gjár, sunnudagin, var merktur av einari heldur óhepnari hending. Ávegis upp eftir fjallinum Mur de Péguére punkteraðu sjáldsama nógvir súkklarar, og fekk hetta fólk at gruna okkurt ilt. Hesin illgrunin var ikki til einkis, tí longu áðrenn súkklararnir komu á mál, varð staðfest, at eitt øki var fylt við teknistiftum og lítlum seymum.

Fleiri skaðar
Umleið 15 súkklarar fingu eina teknistift ella ein seym í hjólið hjá sær, og førdi hetta við sær, at teir máttu skifta hjól. Eitt nú kostaði hetta vinnaranum frá í fjør, Cadel Evans, omanfyri ein minutt í samlaðu støðuni. Enn verri gekk tað hjá Robert Kiserlovski, sum datt og breyt óstbeinið.
- Hvør enn so hevur gjørt hetta, so er hetta ein revsiverdur gerningur. Teir seta lívið hjá súkklarunum upp á spæl, segði ovastin hjá BMC, Jim Ochowicz eftir teinin.
Eisini Bjarne Riis var í øðini.
- Hetta er púra svakt og hoyrir ongastaðni heima. Tað er vandamikið hjá súkklarunum. Teir seta allar í stóran vanda. Hvussu kann ein finna upp á slíkt? Hetta er revsivert, tók hann undir tá ið hann prátaði við TV2.

Løgreglan kannar málið
Tann ella tey, ið hava tveitt hesar teknistiftirnar og seymarnar á vegin, kunnu nú vænta sær at fáa løgregluna upp á nakkan. Í øllum førum hevur franska løgreglan tikið hetta málið upp og er farið undir kanningararbeiði í eini roynd at finna prógv. Ein serlig deild frá Toulouse og Saint Girons er innkallað til at taka sær av hesum.
Fyriskipararnir av Tour de France hava eisini víst undirtøku fyri hesum kanningararbeiðnum, sum franska løgreglan nú er farin undir, og:
- Vit fordøma hesi ábyrgdarleysu og vandamiklu atferðini, sum er ein roynd at skaða limakið hjá súkklarunum og at oyðileggja kappingina, skrivar fyriskiparin, Amaury Sports Organisation, í einum tíðindaskrivi.

Ikki óvanligt
Tað er ikki heilt óvanligt, at teir milliónatals áskoðararnir í Tour de France skapa trupulleikar. Javnan gerst trongt í mannamúgvunum, sum hava leitað sær á fjallatindarnar. Ofta hava áskoðarar politiskan boðskap á onkrum pappíri ella líknandi, men framleiðararnir hjá sjónvarpsstøðunum bera so í bandi, at hetta ikki verður víst í sjónvarpinum.
Í fjør bleiv Jonny Hoogerland árendur av einum bili, lendi í einum píkatráði og fekk arr fyri lívið í lærið. Í 2009 blivu Julian Dean og Oscar Freire raktir av einari høglbyrsu, og í 1975 bleiv legendariski Eddy Merckx sligin av einum áskoðara.
Hetta eru bara nakrar fáar hendingar av teimum mongu, sum eru við til at seta sín keðiliga dám á Tour de France næstan árliga.

Wiggins á odda
Teinin sunnudagin vann Luis León Sanchéz, eftir at hann einsamallur stakk avstað frá teimum 10 súkklarunum, hann allan dagin hevði sitið á odda saman við eitt gott korter frammanfyri feltið.
Eingin hótti tó samlaðu støðuna, har Bradley Wiggins framvegis er á odda við 2min og 5sek frammanfyri liðfelagan, Chris Froome. Vicenzo Nibali úr Liquigas er 2min og 23sek aftanfyri, meðan verandi meistarin, Cadel Evans frá BMC, er 3min og 19sek aftanfyri.
Nógv kann broytast serliga seinni í hesi vikuni, tá ið súkklað verður í Pyrinea-fjallarøðini millum Frakland og Spania.