Seint týskvøldið vórðu fólk í einum húsum í Traðabrekku í eysturbýnum í Havn varug við ógvusligan oljulukt uttan fyri húsini.
Stórur var skelkurin, tá ið fólkini vóru varug við, at dekslið á gassoljutanganum í garasjuni var skrúvað av, havaslangan trýst niður í tangan og vatnið skrúvað for frá.
Sjónin var ótespilig og lukturin rámur, tí einir 800 litrar av olju vóru runnir úr tanganum og út á garasjugólvið og innkoyringina.
Nógvur vindur var týskvøldið, og olja sprændi eisini upp eftir húsavegginum og út yvir bilin og garasjuna.
Løgreglan varð boðsend, og kannar nú málið. Sløkkiliðið kom eisini á staðið, og hevur reinsað og tikið olju upp.
Heitt verður á fólk í gøtuni og í grannalagnum um at siga løgregluni frá, um tey hava sæð eitthvørt óvanligt har um leiðir týskvøldið.