Vandamál at nýggir lærarar ikki fáa starv

Formaðurin í Lærarafelagnum mælir til at minka um upptøkuna av nýggjum læraralesandi og heldur gera meira við eftirutbúgving

Nógvir nýútbúnir lærarar fáa ikki starv í fólkaskúlanum, og tað heldur formaðurin í Lærarafelagnum er eitt vandamál.


- Nýtt skúlaár er byrjað, og lærarar eru farnir til verka við góðum treysti. Tó, tað eru ikki allir lærarar, sum fáa lærarastarv. Serliga eru tað nýútbúnir lærarar, ið ikki sleppa upp í part. Fleiri av størvunum, ið verða lýst leys, eru frammanundan røkt av læraralærdum vikarum, tímalærarum og lærarum í tíðaravmarkaðum størvum, og undir vanligum umstøðum hava hesir lærarar fyrimun, tá ið tað kemur til setanir. Samstundis gera sparingar og lækkandi barnatal, at lærarastørvini ikki verða fleiri, men heldur fækka, sigur Herálvur Jacobsen í oddagrein í Skúlablaðnum.


-
Fyrst og fremst er tað eitt stórt vónbrot ikki at fáa starv eftir lokna útbúgving, tí hugurin at royna útbúgvingina í verki er stórur. Samstundis økist kappingin um størvini, og tá er óheppið ikki at hava starvsroyndir at vísa á.


Heralvur Jacobsen mælir til at færri folk verða upptikin til læraraútbúgvingina. 


- Lærarafelagið hevur fleiri ferðir ført fram, at Námsvísindadeildin átti at lagt seg meira eftir at eftir- og ískoytisútbúgva lærarar og minka um upptøkuna av nýggjum læraralesandi, sigur Herálvur Jacobsen.