Vánaligt stev í samgonguni

So at siga einki av lógaruppskotunum, sum samgongan hevur boðað frá í hesi tingsetuni, hevur politiskar broytingar í sær.

Í sínum fasta teigi í Sosialinum mánadag, skrivar Árni Gregersen tíðindi úr tinginum. Í dagsins blað ger hann vart við, at lógaruppskotini, sum samgongan hevur boðað frá í hesi tingsetuni, ikki boðað frá felags stevi í samgonguni.

 

Listin av fráboðaðum lógaruppskotum telur 30 uppskot, men sambært Árna Gregersen er torført at fáa eyga á nakað uppskot, sum veruliga hevur politiskar broytingar við sær. Tá er lættari at fáa eyga á, hvat samgongan ikki hevur sett á listan.

 

- Sjónligast er mangulin á einum uppskoti um nýskipan av fiskivinnuni. Á listanum verður ikki einisinni nevnt nakað sum helst, sum skuldi bent á, at eitt uppskot fer at koma áðrenn seinasta freist at leggja uppskot fram, er farin 6. mars, skrivar Árni Gregersen, sum eisini vísir á, at tað ei heldur stendur nakað um pensjónir á listanum.

 

Les meiri um ætlaðu uppskotini frá samgonguni í dagsins blað.