Bert ein av tíggju spurdum heldur, at Norðurlond hava samstarvað væl í sambandi við koronufarsóttina. Næstan helvtin heldur, at samstarvið hevur verið vánaligt ella sera vánaligt.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið hava gjørt. Analyse Danmark hevur í samstarvi við Lauritzen Consulting kannað, hvat norðurlendingar halda um norðurlendskt samstarv. 3.400 fólk í norðurlendsku londunum og sjálvstýrandi økjunum vóru spurd í kanningin, sum var gjørd í mai-juli 2021.
Leiðandi persónar í norðurlendska samstarvinum viðurkenna, at samstarvið kann betrast munandi, tá ið tað kemur til samstarv í kreppustøðum.
– Tað er gleðiligt, at so nógv fólk stuðla norðurlendska samstarvinum og arbeiðnum fyri grønum Norðurlondum. Tað skulu vit byggja víðari á. Men vit mugu eisini ásanna, at vit megnaðu ikki at liva upp til vónirnar um norðurlendska samskipan av koronutiltøkum. Tað mugu vit læra av, sigur Paula Lehtomäki, aðalskrivari fyri Norðurlendska Ráðharraráðið.
Kristina Háfoss er stjóri fyri Norðurlandaráðið, og hon er fegin um, at fólk taka undir við norðurlendska samstarvinum.
– Hóast flestu norðurlendingar tóku undir við teimum innferðaravmarkingum, sum vóru settar í verk undir koronufarsóttini, vísir kanningin eisini, at nógv eru glað fyri, at tað er frítt at ferðast millum Norðurlond. Hetta kann tykjast mótsigandi, men vísir, hvussu umráðandi tað er fyri norðurlendingar, at teir kunnu ferðast frítt millum londini. Tað er eisini umráðandi, at politikararnir virka fyri, at stjórnirnar í ymsu londunum samstarva enn meira, og at krepputilbúgvingin í Norðurlondum kann vera betri samskipað, líkamikið hvør kreppan er, sigur Kristina Háfoss.