Tey vóru misnøgd við tann leiklutin, sum Føroya Javnaðarflokkur spældi í føroyskum politikki. Tey høvdu orsøkir til at vera misnøgd við leiklutin hjá javnaðarflokkinum, tí tað kom alt ov lítið á skaftið. Men illa royndust hesi sum so rívan tóku til, tað er munur á at sita uttan fyri við ongari politiskari ábyrgd og bara krevja, soleiðis sum tey gjørdu, tey stýrdu Føroya Javnaðarflokki. Tað kom so langt, at eftir krøvum frá fakrørsluni bleiv samgongan ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin í 1980 slitin.
Nú skuldi vend koma í. Tey vildu sjálv taka róður í hond, men hvussu hevur teirra stýring gagnast Føroya fólki?
Tað má vera ein tung byrða at bera, nú tey veruliga avdúka seg sum ein flokkur, sum ikki er Verkamannafylking, men er ein stuðulsflokkur hjá einari borgarligari samgongu, sum ikki hevur nakran ans ella vilja at verja okkara veikastu. Tað, sum nú kemur undan kavi, er av einum slíkum karakteri, at ein ikki hevur orð. Tann rættur, sum okkara borgarar fingu, tá P. M. Dam sáli gjøgnumførdi ta fólkapensjón, sum fram til dagin í dag hevur verið ein rættur, sum øll hava goldið til, og sum øll hava rætt til, men sum nú gullfuglurin í Verkamannafylkingini, Kristjan Magnussen, eftir fólkafloksins leisti skal avtaka og ístaðin fyri seta eina sjálvkravda trygging í verk, og sum ein av teimum, sum vóru frammi í Fimmaranum, ein fólkafloksmaður segði »hann kundi ikki tryggja, at øll fingu sama útgjald«. Tað vil siga, at líkarætturin, hann verður køvdur. Tann rættur, sum Føroya Javnaðarflokkur longu í 1959 tryggjaði okk-ara eldri og sum hevur verið til gleði og tryggleika fyri okkara eldru, hesin tryggleiki hongur í einum klønum tráði. Tað var eitt tungt tak at fáa hetta framt, men tað eydnaðist við hjálp frá einari atkvøðu úr sambandsflokkinum G.L. Samuelsen sála. Hvat sambandsflokkurin nú fer at gera er óvist. Eitt er so veljarunum greitt, tann flokkur, sum nú er tann sterkasti stuðulsflokkur hjá fólkaflokkinum, er Verkamannafylkingin. Hetta vísir enn einaferð, at tað er bert ein flokkur, sum verjir og vil tryggja okkara eldru teirra rætt sum borgarar. Tað, sum tey eitt langt lív hava goldið til, skulu tey eisini hava sum tryggleika á teirra eldri døgum. Hevur okkara samfelag ikki ráð til hetta, so er tað eitt vánaligt samfelag, vit liva í. Okkara flokkur fer at verja og bøta um pensiónsviðurskiftini, tí tað er rætt, sum hevur verið ført fram, at tað eru farnar so nógvar broytingar fram, sum hava máað tað fíggjarliga støði undan fólkapensiónini. Tað fara vit at bøta um. Ætlanirnar hjá landsstýrinum við Verkamannafylkingini á odda fara vit at berjast ímóti. Tað, sum er positivt við hesum, sum nú kemur fram er, at enn einaferð fær Føroya fólk eina váttan um, at tryggleiki teirra á hesum sum so mongum økjum liggur í einum sterkum javnaðarflokki. Tað, sum Verkamannafylk-ingin fór til val uppá, tað hava tey valdu umboðini gloymt, men veljarin hann fer ikki at gloyma, at flokkur verkamanna við verkamannaleikarum á odda, bleiv ein stuðulsflokkur hjá tí borgarliga afturhaldinum og ætlanir at jarðleggja verandi fólkapensión við at siga, at vit hava ikki ráð, tað er langt úti. Veljarin fer ikki at gloyma svikin lyfti, men enn einaferð fer álitið at setast á Føroya Javnaðarflokk sum einasti flokkur, sum verjir vunnin rættindi.









