Forsetin í Evropasamveldinum, Herman van Rompuy, segði í dag, at evruøkið er á rættari kós, nú grikkar og teir privatu lánveitararnir eru komnir ásamt um at niðurskriva ta almennu griksku skuldina.
Partarnir samdust í morgun um at niðurskriva skuldina við 743 milliardum krónum, og sambært ES-forsetanum fer semjan at venda gongdini í evruøkinum, sum hevur drigist við stórar trupulleikar tey seinastu árini.
-Vit stevna nú ímóti ljósari tíðum, skrivar Herman van Rumpuy á síni Twitter-síðu, sum tíðindeatænastan Euobserver.com endurgevur.