Van Persie úti í seks vikur

Skaðin hjá Robin van Persie er somikið álvarsligur, at hann neyvan spælir aftur næstu seks vikurnar

Tað fór ein skelkur gjøgnum áskoðarafjøldina á Old Trafford, tá stóra hetjan mikukvøldið, Robin van Persie, varð borin av vølli móti dystarenda, eftir at hann við einum hat-trick móti Olympiakos hevði sent ensku meistararnar víðari í europisku Champions League.

 

Fyrstu útmeldingarnar úr Manchester United-leguni staðfestu, at talan bert var um trælær, og at hollendski áleyparin helst varð tøkur aftur longu um vikuskiftið, men nú eru boðini øðrvísi.

 

Tað vísir seg, at van Persie hevur skatt nøkur liðbond í knænum, og tað ber við sær, at hann skal binda frið í í minsta lagi fýra vikur, og mest sannlíkt í seks vikur. Sostatt verður hann ikki við, nú týðandi uppgerðir standa fyri framman. Í Premier League hittir United í næstum grannarnar úr Manchester City, og í Champions League er talan um fjórðingsfinalur móti Bayern Munchen.