Ruud Van Nistelrooy gjørdist triði nýggi spælarin, sum Fabio Capello hevur tryggjað sær, nú hann skal vera venjari hjá Real Madrid. Álopsstjørnan hjá Manchester United hevur í 219 dystum skotið 150 mál fyri enska stórfelagið, men hóast hetta, so kom í fjør vátt í reiðrið millum hann og Sir Alex Ferguson. Tað endaði so við, at Nistelrooy kom á sølulistan, og í kapprenning við Bayern München eydnaðist Real Madrid at keypa spælaran fyri á leið 115 mió kr.