Hóast Ruud Van Nistelrooy í januar í ár segði, at hann ongantíð aftur fór at leika fyri hollendska landsliðið, verður hann nú aftur úttikin. Grundin til sýtingina hjá Nistelrooy var tann, at landsliðsvenjari Marco Van Basten valdi hann frá til HM. Friður er tó nú aftur millum teir báðar, og Marco Van Basten lovar, at Nistelrooy aftur er at finna á hollendska landsliðnum seinni í ár.
30 ára gamli Real Madrid-leikarin verður tó ikki við í teimum báðum komandi vinardystunum ímóti Suðurkorea og Thailandi, men Van Basten sigur, at í heyst er Ruud Van Nistelrooy aftur partur av hollendska landsliðnum.