Van Gogh verður í Hetlandi

Mikudagin kom ferðamannaskipið Van Gogh til Guernsey. Van Gogh verður flótihotell á oyggjaleikunum í Hetlandi í 2005

Guernsey: Til oyggjaleikirnar í 2005 verður tað eitt ferðamannaskip, sum kemur at hýsa gestum og ítróttarfólkum. Ferðamannaskipið verður leigað til endamálið av tí, at hotellini ikki megna at geva øllum teimum ferðandi innivist.
Talan er um ferðamannaskipið Van Gogh. Van Gogh er skrásett í Kingston í Jamaica, men hevur bústað í Glostershire í Onglandi.
Mikudagin kom ferðamannaskipið til Guernsey, har altjóða oyggjaleikanevndin fekk høvi at síggja skipi.