Van Gaal vil hava týskar leikarar til United

Tað tykist meira og meira sannlíkt at hollendski Louis Van Gaal verður næsti United venjarin. Sum skilst hevur hann nakrar týskar leikarar høgt á sínum ynskilista.

Hollendski Louis Van Gaal hevur verið settur í samband við Manchester United, síðani felagið valdi at koyra fyrrverandi venjarin David Moyes.

 

Søgurnar ganga heitari og heitari og sum skilst, er tað ógvuliga sannlíkt at Louis Van Gaal verður næsti Manchester United venjarin.

 

Sambært dailymail ynskir felagið eisini at knýta venjarin afturat hópinum so skjótt sum gjørligt, soleiðis at tann nýggi venjarin kann seta sín dám á liðið til komandi kappingarár.

 

Tað ljóðar at ovast á ynskilistanum hjá Louis Van Gaal eru teir tríggir týsku landsliðsleikararnir Mats Hummels, Marco Reus og Toni Kroos. Manchester United er áðrenn sett í samband við enska verjuleikaran Luke Shaw, men sum skilst eru teir týsku leikararnir longri frammi á listanum.

 

Tað er tó ikki heilt greitt enn, um Louis Van Gaal verður Manchester United venjari. Tað ljóðar eisini at núverandi venjarin, Ryan Giggs, møguliga skal halda fram sum venjari. Eitt annað navn, ið eisini hevur ofta hevur verið frammi og vent er Carlo Ancelotti. Men tað tykist meira ósannlíkt nú tá Ancelotti hevur ført Real Madrid í Champions League finaluna.